Nógv vilja vinna stóra gekkavinningin

600.000 krónur standa upp á spæl í Gekkaspælinum í kvøld, og áhugin fyri at spæla er sera stórur. Seinastu ferðirnar hava fleiri enn 30.000 gekkaseðlar verið við í spælinum, og seinasta fríggjakvøldið kom talið upp á 35.000 gekkaseðlar.

Jens Albert Simonsen hevur ábyrgdina av Gekkaspælinum, og hann roknar við, at undirtøkan í kvøld verður minst líka stór.

- Vit vita ikki endaligu tølini, fyrr enn sølustøðini gevast at selja í kvøld, men tað skuldi undrað meg, um undirtøkan ikki verður minst líka stór í kvøld, sum hon var seinasta fríggjakvøld, sigur Jens Albert Simonsen við Rás2.

Tað eru 31 vikur, síðani nakar vann høvuðsvinningin í Gekkinum.

Gekkaspælið verður í Sjónvarpinum í kvøld klokkan 20.15.