Nógv vilja vinna íbúðina

Áhugin fyri at ogna sær ein av lutaseðlunum hjá HB-stuðlum, har høvuðsvinningurin er ein eigaraíbúð, er ovurhonds stórur, og neyvan verður nakar seðil eftir, tá ið drigið verður í næsta mánaði.

Í vár var farið undir størstu lutaseðlasøluna í Føroya søga, tá ið HB-stuðlar fóru undir at selja lutaseðlar, har høvuðsvinningurin er ein spildurnýggj eigaraíbúð á Berjabrekku. Fleiri hildu talan verða um ørskap hjá HB-stuðlum, men nú tað nærkast degnum, tá ið dragast skal, kann formaðurin í HB-stuðlum bara ásanna, at tað hevur gingið framúr væl við lutaseðlasøluni.

Fólk keypa fast hvønn mánað
Sólbjørn Thomsen, formaður í HB-stuðlum, sigur, at teir eru serstakliga væl nøgdir við gongdina higartil. Av teimum 20.000 seðlunum, ið blivu prentaðir, eru einans okkurt um 3.000 eftir, sigur hann. ? Eg rokni við, at hesir 3.000 seðlarnir verða uppi, tá ið oktobur mánaður er hálvrunnin, tí tað eru nógv fólk, ið keypa fast hvønn mánað, og við gongdini í søluni annars í huga vænti eg, at alt verður útselt, áðrenn drigið verður 22. oktobur.
Formaðurin í HB-stuðlum sigur, at tað er hugaligt at síggja, hvussu stórur áhugin er fyri seðlunum, og hann fegnast eisini um, at tað er fólk úr øllum landinum, ið keypa sær seðlar.

Verður trekt á torginum í SMS
Sjálvur drátturin av vinnarunum fer at fara fram á torginum í SMS. Hetta verður fríggjadagin 22. oktobur klokkan hálvgum seks á kvøldi.
Sólbjørn Thomsen sigur, at eigaraíbúðin, sum er høvuðsvinningur, enn ikki er liðug, men at hon stendur í gerð, og væntandi verður liðug innan heilt stutta tíð.
Um tað tó framvegis er onkur, sum ikki hevur ognað sær ein seðil, so ber til at keypa hesar á Shell og Statoil støðunum kring landið, umframt at tað eisini er gjørligt at bíleggja sær seðil umvegis heimasíðuna hjá HB, www.hb.fo, sigur Sólbjørn Mortensen.