Nógv vilja verða venjarar

Áhugin fyri at luttaka í B1 venjaraskeiðnum, sum tað verður farið undir í hesum vikuskiftinum, er so mikið stórur, at teir í FSF hava gjørt av at skipa fyri tveimum skeiðum

VENJARAÚTBÚGVING

Tað er stórur gravgangur eftir at útbúgva seg til fótbóltsvenjara. Tað vísir áhugin, sum er fyri B1 venjaraskeiðnum, sum FSF nú fer undir aftur. Upprunaliga var ætlanin hjá FSF at skipa fyri einum skeiði við í mesta lagi 24 luttakarum. Tá ið freistin at boða frá luttøku var úti, høvdu 48 ella tvífalt væntaða hámarks talinum fyri luttøku boðað frá luttøku. Tí hevur FSF gjørt av at skipa fyri tveimum skeiðum.
Upprunaliga varð lýst við skeiði, sum skuldi vera í Gundadali vikuskiftini 20. til 22 januar og 11. og 12. februar. Nú er gjørt av, at sama slag skeið skal haldast somu dagar í Eysturoy. Skeiðið í Eysturoy verður í Leirvík.
Fyri skeiðnum í Eysturoy standa Jóhan Nielsen, Petur Simonsen og Hans Mourits Foldbo. Fyri skeiðnum í Gundadali standa Eli Hentze og Jógvan Martin Olsen.
Í FSF fegnast tey sjálvandi um, at áhugin fyri venjaraútbúgvingunum tykist vera stórur. Tað verður roknað við, at tað serliga eru nýggju minstukrøvini hjá UEFA, sum eru orsøk til, at áhugin júst nú er vorðin so ógvuliga stórur.
B1 útbúgvingin er roknað til 40 tímar. Skeiðið fevnir sambært skeiðlýsingini um at leggja venjingar til rættis, at geva kunnleika um menningina hjá børnum og ungum, við praktiskum royndum at menna førleikan at leiða og standa fyri venjing ella at instruera, um fysisku krøvini í fótbólti, um venjarastarvið og egnan venjaraførleika, um dystin og dystarleiðslu og virðisgrundarlag og Fair play.
Talan er ikki um próvtøku, men tað verður kravt, at uppmøtingin er eitt hundrað prosent.