Nógv vilja hava undantaksloyvi

Tað er ógvuliga hart trýst á Føroya Arbeiðarafelag fyri at fáa undantaksloyvi til alt handa slag

 

Verkfall


Hesar dagarnar, verkfallið hevur verið, hevur verið rættiligur telefonstormur hjá Føroya Arbeiðarafelag.

Ikki minst er rættiligur ágangur á felagipð um at fáa undantaksloyvi til alt møguligt.

Bara eina lítla løtu, Sosialurin var inni á gólvinum, var tað ein maður úr Eysturoynni, sum hevði verið í Klaksvík og keyp melassu til nakrar kálvar, sum var steðgaður í Leirvík og sum vildi hava undantaksloyvi at sleppa víðari.

Ein maður úr Vágum ringdi og gramdi seg um, at hann fekk ikki heilivág, hann hevði brúik fyri, tí postbilurin slapp ikki ígjøgnum byrgingina í Kollafirði.

Tey máttu so greiða honum frá, at orsøkin til, at postbilurin fekk boð um at venda við aftur,var, at hann var fullur av øðrum farmi, sum onki hevði við post at gera.

Ein kona, sum var limur í Føroya Arbeiðarafelag, ringdi at spyrja um hon kundi átaka sær nakrar vikartímar, sum hennistóð í boði at hava í skúlanum, hóast hon var í verkfalli.

Ingeborg Vinther sigur, at hetta eru bara nøkurfá dømi um, hvat fólk biðja um undantaksloyvi til.

Hon sigur at tað er heldur ikki óvanligt at biðja um undantaksloyvi til at fáa mat og aðra varu til eitt brúdleyp, silvurbrúdleyp, gullbrúdleyp, rundan føðingardag, ella annan hátíðardag.

? Vit viðgera allar umsóknir vit fáa og so taka vit støðu í hvørjum einstøkum føri, sigur hon. Men hon sigur, at tey fara ikki at nokta fólki at fáa varu til eitt brúdleyp ella til ein rundan føðingardag. Men áðrenn undantaksloyvi verður givið, kanna tey málið í hvørjum einstøkum føri fyri at vita, um talan veruliga er uym brúdleyp, ella annan hátíðardag.

Annars sigur Ingeborg Vinther, at undantaksloyvi verður ikki givið til vanligan farm