Nógv vilja fram í ljósið

Sera stórur áhugi er fyri listaframsýningini, Fram í Ljósið, sum Norðoya Sparikassi skipar fyri

Klaksvík: Eini 60 fólk hava teknað seg til listaframsýningina Fram í Ljósið, sum letur upp á Grækarismessu tann 12. mars.
Norðoya Sparikassi skipar fyri framsýningini, og má undirtøkan sigast at vera sera góð. Hetta er stjórin í Norðoya Sparikassa Eyðfinn Reyðberg bilsin av. Hann sigur, at hann var skeptiskur, tá hugskotið um hesa framsýningina kom á borðið, men hann viðgongur nú, at hetta var eitt frálíkt hugskot.
? Fólk hava steðgað og takkað mær fyri, at vit skipa fyri hesari framsýningini fleiri ferðir. Og tað er eisini fólk, sum eg vanliga ikki tosi so nógv við, sigur Eyðfinn, sum heldur, at tað sigur nógv, at 60 fólk hava teknað seg.

Breiddin
Eyðfinn heldur, at so mong ókend og minni kend listafólk fara at geva framsýningini eina ávísa breidd, sum verður áhugaverd.
Eisini sigur hann, at hetta hóskar væl saman við øðrum, sum sparikassin hevur lagt seg eftir at stuðla. Her hugsar hann serliga um tónleikin og ítróttin.
Peningastovnurin hevur ein tónleikagrunn, sum veitir tónleikarum stuðul. Umleið 150.000 krónur fara úr grunninum um árið, og fara teir til millum fimm og sjey fólk.
Í ítróttinum stuðlar sparikassin nógv yngru deildunum, og við hesum saman við listini og tónleikinum, heldur Eyðfinn, at breiddin er tilstaðar og eitt gott grundarlag fyri at røkka út.
Hann vísir sum dømi á, at við 60 fólkum til eina listaframsýning, er breiddin har. Í tí breiddini eru kanska eini fimm, sum eru framúr góð.
? Tað er ikki vist, at hesi nakrantíð høvdu komið fram, tí tey kanska ikki hava tað í sær at traðka fram av sær sjálvum, tí er hendan listaframsýningin so uppløgd, sigur Eyðfinn.
Sparikassin royndarkoyrir nú hesa framsýningina, sum letur upp í Skálanum tann 12.mars.
?So fáa vit at síggja, hvussu tað gongur, og eydnast hon væl, so er tað so upplagt, at onnur áhugaði traðka til og taka yvir við stuðuli frá okkum, sigur Eyðfinn.
Framsýningin letur sum sagt upp á Grækarismessu, og verður hon í Skálanum.

Myndatxt:
Seksti ókend og minni kend listafólk hava teknað seg til listaframsýningina Fram í Ljósið, sum Norðoya Sparikassi skipar fyri