Nógv vilja byggja í Sandavági

Tað er stórur áhugi fyri at sleppa at búseta seg í Sandavági. Seinastu seks árini hevur kommunan selt 50 grundstykki og næstu seks árini verða eini 60 grundstykki og randarhús tøk afturat í Sandavági. Í hesum sambandi ætlar ein privat fyritøka at byggja 30 randarhús norðanfyri vakstrarhúsið í Sandavági. Men bygdaráðið ætlar eisini at útvega eini 60-70 nýggj grundstykki tey næstu árini tey næstu seks árini verða sostatt eini 90-100 nýggj grundstykki og hús til taks í Sandavági, sigur Rósa Samuelsen, borgarstjóri. Í hesum sambandi verður neyðugt skal bygdarætlanin broytast og fyri at kunna um tað, verður borgarafundur í næstum. Hon sigur, at eini 50-60 fólk mangla grundstykki, annars standa eini 100 fólk á bílilista at fáa grundstykki. Her er eisini talan um umsøkjarar, sum onki tilknýti hava til Vágar og borgarstjórin ivast ikki í, at tað er undirsjóvartunnilin, sum lokkar fólk vestureftir.