Nógv verður gjørt burturúr degnum

   

Dagfinn Olsen


Nógv tiltøk eru á skránni, nú 100 ára dagurin hjá fjøltáttaða listarmanninum William Heinesen er 15. januar ár 2000.

Familjan hjá Williami heldur, at sera nógv er gjørt burturúr. Kona William, Lisa, livir enn. Hon er í dag 93 ára gomul.

- Ellin merkir hana, men hon er tó púra klár, sigur sonurin, listarmaðurin Zacharias Heinesen.

Hann sigur, at sjálvsagt fegnast tey í familjuni um alt, ið gjørt verður fyri at heiðra William. Lisa Heinesen fær tó ikki tikið lut. Men hon er sera fegin um alt, ið fer fram. Hon er sera upptikin av øllum, ið snýr seg um William.

Zacharias Heinesen heldur, at nakað av tí, ið t.d. verður víst fram, hevur verið at sæð aður. T.d. tá William fylti 85 og 90 ár. Men okkurt er heldur forkunnugt at síggja, við tað, at eisini Kgl. Bókasavnið er við til at fyrireika framsýningina Heima á Foldum í Norðurlandahúsinum.

- Onkutíð hevur ein kanska hug at halda, at tað verður gjørt heldur nógv burturúr, men sjálvsagt eru vit fegin um áhugan, sigur Zacharias Heinesen.