SUPERLIGAN
Tað var hálva vegna vetrarveður í Danmark sunnudagin. Nógvi vindurin og nógva avfallið hevði við sær, at umstøðurnar at spæla fótbólt ikki vóru nakað serligar. Men kortini møttu næstan átjan túsund upp á Brøndby stadion, har heimaliðið og AaB skuldu stríðast um at varðveita sambandið við oddaliðið FCK.
At FCK leygardagin hevði vunnið 3?0 í Viborg legði eyka trýst á Brøndby og AaB. FCK sigurin var sera kærkomin. Fyrr í heyst hevði FCK tapt tvær ferðir 3?0 í Jyllandi. Fyrst taptu teir í Aalborg, og so taptu teir í Esbjerg.
AaB legði bragdliga fyri í Brøndby. Ferðin var høg, teir vóru avgjørdir í verjupartinum, og fleiri ferðir var um reppið, at teir fingu bóltin í málið, men næstan 40 ára gamli Mogens Krogh, sum í vetrarsteðginum ætlar sær úr Brøndby málinum, var tryggur.
Eftir steðgin var fótbóltsspælið betri, enn tað hevði verið. Tað luktaði leingi av málleysum javnleiki, men sjey minuttir undan leikloki stútaði Peter Madsen í málið, og so vann heimaliðið 1?0. Higartil hevur kappingarárið verið strevið hjá Peter Madsen. Hetta var bara triðja málið hjá honum. Hini skoraði hann 1. september og 6. oktober. Tað var ólíka hjá honum í farna kappingarári. Tá skoraði hann í alt 22 mál. Hann var toppskjútti saman við Kasper Dalgas, sum tá spældi við OB, men sum nú er liðfelagi hjá Peter Madsen í Brøndby.
Undan fráferðini til HM endaspælið í summar varð roknað við, at Peter Madsen fór at verða seldur uttanlands. Tað varð hann ikki, og í heyst hevur tað verið rættuliga soltið. Nú eydnaðist tað at skora mál, men trý mál í trettan dystum er neyvan nóg mikið at sannføra útlendsku feløgini, sum nú tykjast vera greið yvir, at tey hava ikki so nógvar pengar, sum tey áður hava hildið seg at havt.
Farum heldur fram
Í síðstu viku snúði fótbóltsprátið í Danmark seg ikki minst um, at AB og Farum ganga í giftitonkum. Feløgini ávikavíst í útjaðaranum og norðanfyri danska høvuðsstaðin eru illa sperd fíggjarliga. Tey siga seg vera komin til ta niðurstøðu, at tað er ikki pláss fyri fleiri enn trimum stórfeløgum í Keypmannahavn. Brøndby og FCK eiga tvey pláss, og so siga tey í AB og Farum spurningin vera, um tey við fáum og smáum pengum skulu stríða stórt innanhýsis stríð fyri at finna fram til, hvat av teimum skal eiga síðsta plássið, ella um tey skulu kasta saman.
Um samanleggingin verður veruleiki, so verður tað mett, at einir tjúgu spælarar missa arbeiðið. Sovorðið prát átti at havt verið óheppin upphiting til týdningarmiklan landskappingardyst. Men Farum spælararnir lótust ikki um vón, tá teir høvdu vitjan av FCM. Kanska eru tað royndirnar úr Lyngby, har alt í fleiri ár var sera buldraligt, sum hevur lært Farum spælararnar, hvat teir skulu taka sær av og ikki. Fleiri teirra hava spælt í Lyngby.
Farum vann heimadystin 1?0, og teir eru á fjórða plássinum. Men gamli AB venjarin og núverandi Farum venjarin, Christian Andersen, vil ikki hoyra um Europa Cup luttøku og meiri av tí slagnum:
? Málið fyri hetta kappingarárið er at røkka teimum 30 til 33 stigunum, sum vit rokna við skulu til, um tað skal sleppast undan niðurflytingini, sigur hann.
Kappingarárið er ikki hálvrunnið enn, so tað kann ikki sigast annað, enn at teir í Farum eru tætt at málinum. Saman við Brøndby og Esbjerg, sum eru nummar tvey og trý, hava teir 21 stig.
AB er í tungum sjógvi. Teir spældu málleysan illveðursdyst í Odense. Higartil eru bara tveir dystir hetta kappingarárið endaðir málleysir. OB var annað vikuskifti á rað partur í málleysari uppgerð.
Silkeborg úr botninum
Heilt síðani kappingarbyrjan hevur Silkeborg verið botnlið. Tað eru teir ikki meiri. Sunnudagin vunnu teir á heimavølli 2?1 ímóti AGF, sum bara hevur fingið trý stig burturúr fimm teimum seinastu royndunum.
Fyri fyrstu ferð síðani fyrsta umfarið í hesum kappingarárinum eydnaðist tað AGF at fáa fyrsta málið. Men Silkeborg javnaði, og tá teir fingu sigursmálið, var AGF leikluturin óheppin. Málverjin hjá teimum boksaði í nakkan á einum viðspælara, og so sigldi bólturin í málið!
Fyri stuttum varð nógv tosað um, at Køge vann undirhaldandi uppgerð í Esbjerg 4?3. Sunnudagin var Esbjerg í Køge, og teir fóru til hús við 4?1 sigri. Hetta var fimta ferðin av seks royndum í hesum kappingarárinum, at Køge tapti á heimavølli.