Nógv velja framvegis píkadekk

Tað týdningarmiklasta er, at førarin gevur sær far um ferð og koyrilíkindi

Tað er í morgin, at tú aftur kanst koyra við píkadekkum, og hóast summi halda, at píkadekk hoyra fortíðini til og skuldu verðið bannað, so eru framvegis nógv, ið vilja hava síni píkadekk í frið.

– Píkadekk eru framvegis aktuell fyri nógv fólk. Tað er ofta fólk, sum búgva á bygd. Eg havi varhugan av, at úti á bygd verður ofta ikki saltað líka væl sum í Havn og í stórum bygdum. Og eg skilji væl, at tey vilja hava píkar fyri at vera heilt vís í, at tey klára tað, sigur Fríðrikur Bláhamar, ið eigurdekksøluna First Stop.

Hóast størru plássini í Føroyum og landsvegirnir verða væl hildnir um veturin, so er støðan ikki altíð tann sama í smáu bygdunum, og Fríðrikur Bláhamar skilir væl, at summi framvegis ynskja at brúka píkadekk.

– Annars er Landsverk nokk so effektivt at salta og rudda landsvegirnar, so at tað er ikki beinleiðis ikki bráneyðugt at nýta píkadekk. Tað eru meira bygdavegirnir, har tað kann gerast rættiliga hált. Á berum ísi er einki at ivast í, at tað er píkurin, sum hevur fyrimunin. Tað sleppa vit ikki uttanum, sigur Fríðrikur Bláhamar.

 

Píkadekk eru ikki vandamikil

Fríðrikur Bláhamar sigur, at fleiri vilja vera við, at píkadekk kunnu vera vandamikil at koyra á vanligum vegi, sum hvørki hevur kava ella ís, men tann pástandin heldur hann lítið um.

– Tey, sum siga tað, mugu koma við onkrum prógvum fyri tí pástandinum. Ein dekkframleiðari fer ikki út at gera eitt dekk við ella uttan píkum, sum er farligt.

 

Forboð er ikki loysnin

Tað hevur áður verið ført fram, at forboð skal setast fyri at nýta píkadekk í Føroyum, tí at píkarnir slíta vegirnar ov nógv, og tískil dálka tey ov illa. Fríðrikur Bláhamar metir ikki, at forboð er ein góð loysn og vísir á, at píkarnir eru nógv betri í dag enn fyrr, og yvirhøvur slíta píkadekk á persóns- og vørubilum ikki nógv á vegirnar. Heldur er tað tunga ferðslan, so sum bussar og lastbilar, ið elva til vegslit, tá píkar eru undir dekkunum.

Haraftrat er neyðugt við einari koyritekniskari breyt, skulu píkadekkini takast burtur, metir Fríðrikur Bláhamar.

– Skulu píkadekk bannast í Føroyum, so kann tað ikki gerast, fyrr enn vit hava eitt koyritekniskt anlegg, har hvør Per og Pól - og serliga tey ungu - kunnu koma inn og fáa ta neyðugu frálæruna, sum vísir, hvat kann henda, tá bilurin fer at glíða, og hvussu tú fært bilin upp aftur á rættkjøl.

Ein betri loysn hevði verið at havt eitt avgjald á píkadekkum, har avgjaldið fór inn aftur í vegakervið ella ferðsluna, møguliga við at gjalda fyri eina koyritekniska breyt, heldur Fríðrikur Bláhamar.

Fríðrikur Bláhamar leggur kortini dent á, at tað er als ikki alneyðugt at hava píkadekk, og tú kanst væl nýta onnur dekk uttan píkar um veturin. Tað, sum er umráðandi, er, at tú gevur tær far um koyrilíkindini, og hvussu skjótt tú koyrir, heldur Fríðrikur Bláhamar.