Nógv vatn undan Vatnajøkli

Í gjár ávaraðu íslendsku jarðfrøðingarnir um, at eitt eldgos kann vera á veg við Vatnajøkul, tí at nógv vatn er komið undan jøklinum í Grímsvøtn. Støðan er tann sama sunnan fyri jøkulin. Mátingar í morgun vísa, at áin Gígjukvísl, sum rennur undan Vatnajøkli sunnanfyri, er næstan fýra metrar djúp ella tvær ferðir so djúp sum í gjár.

Samstundis er áin vorðin meiri enn 200 metrar breið, og kanningar í gjár vístu, at tá runnu 630 rúmmetrar av vatni ígjøgnum ánna um sekundið. Til samanberingar verður nevnt, at sunnudagin runnu 130 rúmmetrar ígjøgnum ánna um sekundið.

Íslendsku jarðfrøðingarnir hava staðfest veikar jarðskjálvtar á Grímsfjalli. Tann seinasti, sum var seinnapartin í gjár, var 2,4 á Richter-stiganum.