Nógv vápn í Billund Lofthavn

Fólk hjá løgregluni og skattavaldinum í Danmark løgdu hald á 66 ólóglig vápn, tá tey kannaðu viðførið hjá fólki, sum komu við flogfari til Billund í 2010. Carl P. Pedersen, sum er deildarleiðari hjá skattavaldinum, sigur við TV2, at nógv 14 og 15 ára gomul, sum fara til Turkalands at ferðast saman við foreldrunum, hava knúgvajørn og ólógligar knívar við sær, tá tey koma heimaftur.

Revsingin fyri at royna at smugla vápn til Danmarkar er annaðhvørt bót ella fongsul.

Sambært Carl A. Pedersen eru tað nógv foreldur, sum ilskast um, at tey ungu ikki sleppa at hava vápnini við sær, og tí verður løgreglan ofta boðsend.

Tey flestu ólógligu vápnini, sum løgreglan og skattavaldið komu fram á í Billund, vóru í viðførinum hjá fólii, sum høvdu verið í Turkalandi ella Bulgaria. Men tað vóru eisini nøkur, sum royndu at smugla ólóglig vápn úr Teilandi og Afrika.