Nógv upp á spæl í dag

Tað tykist vist, at toppurin í øllum førum verður avgjørdur, tá Stjørnan tekur ímóti Tjaldri í Klaksvík.

Higartil hava tey bæði liðini mist hvør síni trý stig í innanhýsis uppgerðum, og alt bendir á, at vinnarin í dag verður vinnarin av rættinum til at fáa heimavøll í eini møguligari triðju FM-finalu.

Í Vestmanna hava VÍF og StÍF sín møguleika til endaliga at siga farvæl til niðurflytingarvandan, og í Vági er setningurin hjá VB at vinna sær í minsta lagi eitt stig, soleiðis at tær eru til reiðar at yvirhála VÍF ella StÍF, tá innanhýsis dystirnir móti teimum báðum eru á skránni.

 

Í Vestmanna byrjar dysturin í dag klokkan 14.30. Í Vági og Í Klaksvík verður byrjað klokkan 15.