Nógv ung vilja til Vestmanna

Tá ið undirsjóvartunnil var gjørrdur undir Vestmannasund og ferðafólk til og frá flogvællinum ikki longur ferðaðust gjøgnum Vestmanna, vóru tað mong, sum  spáddu, at Vestmanna spakuliga fór at minka - bæði hvat fólkatali og aktiviteti viðvíkti.

 

Men soleiðis bleiv ikki. Har er framvegis gongd í og eftispurningurin eftir grundstykkjum er stórur. Tí hevur Vestmanna kommuna avgjørt at gera eina nýggja útstykking til 20 sethús. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Paula T. Petersen, borgarstjóra, sum sigur, at mong ung ynska sær bústað í Vestmanna.

 

Tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár hevur Vestmanna eisini fingið 11,5 prosent meiri inn í skatti enn í fjør.