Í øðrum ársfjórðingi í ár vóru í meðal 16.200 íslendingar, sum einki arbeiði høvdu, ella 500 færri enn í sama ársfjórðingi í fjør. Tað vísa hagtøl hjá íslendsku hagstovuni. Sostatt vóru 8,7 prosent av teirri arbeiðsføru fjøldini skrásett sum arbeiðsleys í øðrum ársfjórðingi í ár. Arbeiðsloysið hjá kvinnunum var 8,0 prosent, og hjá monnunum var tað 9,4 prosent.
Hagtølini vísa, at tað vóru serliga fólk millum 16 og 24 ár, sum vóru arbeiðsleys. Í hesum aldursbólkinum var arbeiðsloysið heili 21,3 prosent.
Av teimum, sum vóru arbeiðsleys í øðrum ársfjórðingi í ár, høvdu 2.700 einki arbeiði havt í eitt ár ella longri.