Nógv ung flutt úr Íslandi

Síðani bankakreppan Íslandi tók seg upp fyri trimum árum síðani, hava nógvir íslendingar valt at búseta seg í øðrum londum, og serliga nógvir eru fluttir til Noregs. Hendan gongdin hevur staðið við í ár, hóast heldur færri eru flutt av landinum í ár enn í fjør.

Tøl hjá hagstovuni í Reykjavík vísa, at tað eru serliga ung hjún, børn og ungdómar, sum eru farin uttanlands at leita seg betri umstøður. Eitt nú vísa tølini fyri tey bæði seinastu árini, at í 2009 fóru meiri enn 600 børn og ungfólk yngri enn 20 ár av landinum, og at í fjør var talið næstan 500. Samstundis er tað ein sannroynd, at hesi koma ikki aftur í fyrstu atløgu.

Noreg er greitt tað landið, sum flestu íslendingar flyta til, og níggju teir fyrstu mánaðirnar í ár fluttu næstan 1.300 íslendingar til Noregs, skrivar Morgunblaðið.