Nógv umrøddu landsroyndirnar í fólkaskúlanum skulu halda fram. Tað er Mentanarnevndin hjá Løgtinginum samd um.
Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at hon skal fáa heimild til at strika landsroyndirnar í serligum føri.
Landsroyndirnar hava verið fyri nógvum atfinningum, men tað er mest tí, at talgilda tøknin hevur riggað so illa, at tey ferð eftir ferð eru komin í ta støðu, at næmingarnir ikki fáa loyst uppgávurnar, ella at teir vera so illa órógvaðir av at teldurnar ikki rigga, at royndirnar ikki geva eitt rættvíst úrslit.
Tí vildi Rigmor Dam fáa eitt andarhol til at fáa tøknina í rættlag og tískil hevur hon biðið Løgtingið um heimild til at strika landsroyndirnar í serligum føri.
Tað tekur Mentanarnevndin hjá Løgtinginum undir við. Tey ásanna, at eftir fleiri óhepnar hendingar er tørvur á at eftirmeta, og møguliga at endurskoða, landsroyndirnar, bæði tøkniliga og námsfrøðiliga.
Ein partur av hesum skal vera at fáa eina orðing fyri hví, og hvussu, vit frameftir fyriskipa brúka tær eftirmetingar, sum verða gjørdar í fólkaskúlanum.
Men tey eru eisini samd um, at Landsroyndirnar eiga ikki at detta niður fyri og tískil skulu tær halda fram.
Tí eru tey samd um, at tað er bara hetta skúlaárið, at landsstýriskvinnan fær heimild til at strika landsroyndirnar, tí næsta skúlaár skulu tær verða aftur.