Vit hava 58 útlendsk ferðafólkaskip, sum ætla sær at koma til Havnar næsta ár. Tað sigur Jónsvein Lamhauge, havnarmeistari í Havn.
Í ár høvdu eisini eini 60 ferðafólkaskip boðað frá, at tey skuldu koma til Havnar, men so kom korona, og tískil vórðu varð tað av ongum. Tey fyrstu skipini, sum skuldi koma, vórðu avvíst, og øll tey næstu avlýstu sjálvi, tí alt, sum eitur sigling við ferðafólkaskipum, datt niðurfyri, nú korona fór at ganga.
Avleiðingin er, at Tórshavnar Havn hevur mist fimm milliónir í beinleiðus inntøkum. Men umframt Tórshavnar Havn er tað ein rúgva av øðrum fyritøkum, sum eisini hava mist nógv av tí sama.
Serliga svárur er missurin hjá bussførarum, og øðrum, sum veita øllum hesum ferðafólkunum í tíggjutúsundatali tænastur av ymsum slagi. Ein onnur vinna, sum er hart rakt av korona, eru tey, sum koyra hýruvogn.
Men tað sær út til, at hetta slagið av ferðavinnu hevur vónir um at fóta sær aftur, tí Jónsvein Lamhauge sigur, at sum støðan er nú, hava 58 ferðafólkaskip boðað frá, at tey koma til Havnar næsta ár. Og í tali er tað í tí hægra endanum tá ið samanborið verður við undanfarin ár.
Men sjálvur væntar havnameistarin, at tað verða ikki so nógv, sum í roynd og veru, fara at koma. Hann sigur, at korona-kreppan, hevur rakt tey stóru ferðafólkaskipini meint, og hann væntar, at summi av teimum fara á húsagang í ár.
Og so veldst alt um, hvussu støðan verður í sambandi við koronu, og tað er tað eingin, sum veit nakað um.
Tað kann nógv broytast frá nú og til næsta summar, men hvønn veg tað gongur, vita vit ikki, sigur havnarmeistarin.