Nógv útlendsk eygu og oyru fylgja við

Fleiri útlendskir gestir enn nakrantíð áður verða við til Atlantic Music Event, og føroyskir bólkar hava møguleikan at spæla seg inn til festivalar í Føroyum, Danmark, Noregi, Íslandi og Svøríki. Samskiparin av Prixnum heldur, at útlendsku vitjaninar í sambandi við Prix Føroyar skapa áhuga fyri føroyskum tónleiki uttanlands

Umboð fyri útlendskar festivalar, spælistøð, fjølmiðlar og fyriskiparar verða við, tá ið Atlantic Music Event verður í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið.
Tiltakið, sum plagdi at eita finalan í Prix Føroyum, hevur nú vaksið seg til at verða eitt stórt og fjølbroytt føroyskt tónleikatiltak, har finalan í Prixnum er ein partur av tiltakinum.
Tað hevur verið vanligt seinnu árini, at útlendskir gestir koma til finaluna í Prix Føroyum, og soleiðis verður aftur í ár. Tað koma fleiri útlendskir gestir enn nakrantíð áður til tiltakið, og bólkarnir, sum spæla á Atlantic Music Event, hava nógvar møguleikar at bjóða seg fram til.
Framførslur á festivalum og konsertum í Føroyum, Danmark, Íslandi, Noregi og Svøríki standa upp á spæl, og tað eru lokkandi vinningar hjá bólkunum. Harafturat fara fleiri fjølmiðlar úr Danmark og Íslandi at dekka tiltakið, og tað gevur eisini føroyskum tónleiki nógv umrøðu.

Nógvir týðandi gestir
12 bólkar fara at spæla til Atlantic Music Event, og teir hava allir møguleikan at fáa okkurt burtur úr tiltakinum. Nakrir av vinningunum eru bara til bólkarnar, sum eru við í Prix-finaluni, men nógvir aðrir møguleikar eru til allar bólkarnar.
Høvuðsvinningurin til Prix-vinnaran er ein vika í studio, og tað Mentamálaráðið, sum letur vinningini. Hesaferð er ikki navn sett á, hvat studio bólkurin skal í, men seinnu árini hava bólkarnir verið í danska Lundgaard Studio, sum er eitt gott og væl umtókt studio. Vinnarin hevur møguleikan at sleppa hagar, um hann ynskir tað.
Millum útlendsku gestirnar hesaferð eru fólk sum Jens Ove Friis, stjóri í dabnska RecArt, Peter Abrahamsen frá Copydan, Bosse Ryberg frá NOMUS, umboð fyri plátufeløgini 12Tónar í Íslandi og CDA í Svøríki, journalistar frá Jyllands-Posten, íslendska Morgunblaðnum og Rás 2, Lydhør, Musikeren og Polfoto. Umboðið hjá Polfoto er helst mest virdi danski tónleikaskribenturin Torben Bille, sum ongantíð áður hevur verið til Prixið.

Vitjanir skapa áhuga
Útlendsku umboðini gera Prix-tiltakið enn meira spennandi, og tiltakið gevur føroyskum tónleikalívið møguleikan at fáa kontaktir við fólk í vinnuni í okkara grannalondum.
? Eitt er at vit kunnu bjóða nakrar góðar vinningar í útlandinum, men eitt av endamálunum við at fáa hesar gestirnar til landið, er gera teir áhugaðar í føroyskum tónleiki, og tað hevur higartil víst seg at rigga væl, sigur Fróði Vestergaard, samskipari av Prix Føroyum.
? Bæði á Jelling og Nibe festivalunum, sum nú koma at velja sær ein Prix-bólk fyri triðju ferð á rað, spæla trý føroysk nøvn í summar, og tað hava vit ikki upplivað áður, sigur hann.
Allar framførslurnar í útlandinum lata seg gera, tí føroyska flogfelagið Atlantsflog spælir við og flýgur allar bólkarnar ókeypis í sambandi við framførslurnar á útlendskum pallum.
? Eitt endamál við Prix Føroyum og nú Atlantic Music Event er at vísa føroyskan tónleik fram mótvegis útlandinum, og við teimum mongu gestunum hesaferð, er ein góður møguleiki at gera tað hjá bólkunum leygarkvøldið, sigur Fróði Vestergaard.