Nógv tiltøk í Vágum

Nógv hendur í Vágum um vikuskiftið. Vágatunnilin er ókepis og í samband við tað spíla vágafólk seg út við alskyns tiltøkum.

Tunnilin er ókeypis frá kl 06.00 leygardagin 18 februar til kl 06.00 sunnudagin kl 19 februar.
Handlarnir í Vágum hava leingi opið leygardagin. Matvøruhandlarnir stongja kl 17.00 meðan alllir hinir hava opið til kl 20.00.
Àrliga tiltakið hjá Lions Club Vágar verður í ítróttarhøllini á Giljanesi leygardagin. Tiltakið plagar at vera hildið føstulávints sunnudag, men er í ár flutt. Tiltakið er samstundis eitt sindur broytt í mun til tað siðbundna.
Tað byrjar klokkan 17 við at formaðurin í LC Vágum, Dánjal Christoffersen bjóðar vælkomin, samstundis byrjar eisini mattombola og kaffiborð við køkum har til ber att keypa sær ein kaffimunn.
Klokkan 18.00 letur stórt fiskaborð upp í fimleikarøllini, har Uni Gullfoss, kokkur, fer at borðreiða við nógvum ymiskum køldum fiskarættum.

Brandur Enni syngur
Tey, sum ikki eru so svong hava møguleika fyri at hoyra Brand Enni syngja inni í ítróttarhøllini. Tann framførslan byrjar eisini klokkan 18.00.
Klokkan 18.30 byrjar bamsutombola, og klokkan 18.45 verður farið undir afturvendandi eydnuhjólið, sum vanliga hevur verið tað berandi á Lions tiltakinum á Giljanesi.
Klokkan hálvgum átta byrjar mattombola, og ein hálvan tíma seinni, klokkan 20.00, fer Magni Christiansen at syngja á pallinum í høllini. Tiltakið heldur fram til klokkan 23.00.
Atgongumerkið kostar 20 krónur og er samstundis lutaseðil um eina flogferð. Drigið verður, tá tiltakið endar. Til at sleppa til stóra fiskaborðið í fimleikarhøllini krevst eisini serstakt atgongumerki á kr. 150,-.

Sangløta
Kirkjan í Miðvági skipar fyri afturkomandi tiltakinum "Syngið við". Tiltakið hevur fýra ár á baki og er blivit so væl dámt at fyrireikararnir hava verði noyddir at flyta úr Missiónshúsinum og inn í Miðvágs kirkju har betri pláss er.
- Tað hava verið eini 120-150 fólk hvørju ferð vit hava skipað fyri hesum, sigur Svein Thomasen, sum er ein av fyrirekarunum.
Hetta er fyrstu ferð tiltakið er í samband við at Vágatunnilin er ókeypis. Ungdómskórið og Manskórið úr Vágum fara eisini at luttaka. Tiltakið byrjar kl 20.00, og bæði vaksin og børn eru vælkomin at tríva í ein av teimum kendu missiónssangunum, heilsa fyrireikarirnir.