Í gjár lótu ikki færri enn tríggjar framsýningar upp á Torginum í SMS. Smyril Line og VR-Bilar hava søluframsýningar, meðan 3?arin og SMS hava forkunnuga myndaframsýning frá Prix Føroyar finaluni í 1999.
Smyril Line, sum seinnu árini hevur havt søluframsýning í SMS, verður á Torginum til mikudagin. Á básinum hjá sær bjóða teir nógv góð og spennandi ferðatilboð, bæði sjó- og loftvegis. Teir hava eisini eina rúgvu av ferðavinnumálum og gistingarmøguleikum annars, at bjóða á søluframsýningini. Eisini hevur Smyril Line sertilboð á Torginum nevndu dagarnar. So tit, sum hava ætlanir at ferðast í summar. ?Vitjið básin hjá Smyril Line, og teir finna júst tí ferðina, tú leitar eftir.
Nýggi Volvo S60 á Torginum
Nýggjasta bilasølan í Føroyum, VR-bilar, sum alment lat upp um árskiftið, hevur framsýning á Torginum fram til leygardagin 14. apríl.
Teir hava tríggjar bilar á Torginum hesar dagarnar. Tann mest forkunnugi er tann spildurnýggi Volvo S60, sum júst er komin á marknaðin. Hesin bilurin er, av serkønum innan bilavinnuna kosin at verða snøggasti bilur av sínum slag.
Bilurin hevur eisini allar hugsandi hentleikar, so sum air-condition, leðursetur, fartpilot, ja alt hugsandi. Hinir báðir bilarnir, sum VR-bilar sýna fram eru ein Volvo S40 og ein Renault Clio.
Forkunnug myndaframsýning
Saman við 3?arinum hevur SMS eina ógvuliga forkunnuga myndaframsýning frá Prix Føroyar finaluni í Norðurlandahúsinum í 1999. Myndirnar hava starvsfólk hjá 3?aranum tikið. Myndirnar, sum ongantíð eru vístar alment áður, eru tiknar aftan fyri pallin, á pallinum, í salinum og ymsar aðrastaðni í Norðurlandahúsium undir finaluni í 1999. Á framsýningini á Torginum eru myndirnar bólkaðar til ávísu tónleikabólkarnar og eisini til áhoyrararnar.
So av tey umleið 600 áhoyrarunum í Norðurlandahúsinum hatta leygarkvøldið í apríl 99, eru tað helst eru fleiri, sum kunnu síggja seg sjálvan aftur á myndaframsýningini í SMS, sum verður opin til leygardagin 21. apríl.