Nógv tiltøk í leguhúsinum

Vatnsoyrar: Aftur í ár bjóðar leguhúsið Zarepta til ein hóp av tiltøkum bæði fyri børn, ung og tilkomin.

Fyrsta av legunum, sum leguhúsið skipar fyri byrjar longu hósdagin í hesi vikuni. Hetta er ein lega fyri brekað, og sum varir fram til sunnudagin. Og soleiðis verður hildið á restina av árinum.
Íalt verða 22 legur, skeið og stevnur fyriskipað í ár. Tær flestu verða í summar, tá tær vælumtóktu summarlegurnar verða á skránni.
Annars var Zarepta væl fylt av ungfólki úr samkomuni Ebenezer um vikuskifti. Henda vikuskiftislegan varð m.a., hildin saman við tveimum trúboðarapørum, sum høvdu áhugaverdar tímar fyri teimum ungu, sum mundu vera um 200 í tali hesar dagarnar.