Millum tiltøkini er ein jóla- og barnakonsert við Føroya Symfoni Orkestri í KÍ-høllini Í Klaksvík er ætlanin at fáa fólk at njóta ein samanhangandi leygardag við hópin av áhugaverdum upplivingum í Klaksvík.
Fleiri av handlunum í Klaksvík hava opið heilt til klokkan 16.
Millum klokkan 10 og 16 er ?Jólahugni í Vágstúni?, har KFUM & K skótarnir selja rís a?la mande, vaflir, kaffi, té, kakao. Eisini verður tombola søla og onnur útsøla.
Millum klokkan 10 og 16 verður jólamarknaður í hølunum hjá Føroya Hondarbeiðsskúla á Heygavegnum.
Klaksvíkar Bókasavn hevur opið millum klokkan 10 og 13. Høvið verður hjá børnunum, sum vitja bókasavnið at lita eina jólamynd.
Klokkan 14 signerar Hanus G. Johansen nýggju fløguna hjá sær í Leikalund, sum fer at hava opið millum klokkan 10 og 17.
Millum klokkan 10 og 17 ber eisini til at vitja eina listaframsýning í Leikalund við Janusi á Húsagarði.
Ymsir gávuhandlar hava opið longri opið enn vanligt. Millum klokkan 10 og 17 ber eisini til at vitja Føroya størsta og besta baðiland í svimjihøllini í Klaksvík.
Klokkan 16 byrjar Jóla- og barnakonsertin við Føroya Symfoni Orkestur í KÍ-høllini.