Nógv tilboð til lesandi á JobMatch

Flestu fyritøkurnar og stovnarnir, sum luttaka á JobMatch, hava - umframt áhugan at fáa fatur á føstum starvsfólkum - stóran áhuga í at fáa fatur á lesandi til at loysa uppgávur í samband við verkætlanir, starvsvenjing og arbeiði í frítíðini Eisini leggja nógvar stóran dent á, at tær hava stóran áhuga at lesandi gera lestraruppgávur, so sum serritgerðina hjá teimum.

Fyritøkurnar og stovnarnir siga hetta verða ein týdningarmiklan part í tilgondini at knýta lesandi útisetar at føroyska arbeiðsmarknaðinum, og at fáa tey heim eftir loknan lesnað í einum gerandisdegi við harðari kapping um arbeiðsorkuna.

Á heimasíðuni

www.jobmatch.fo<a> ber til at melda seg til sonevnt JobPrát hjá virkjum og stovnum, sum vóna, at bæði fólk sum vilja í starv beinanvegin og lesandi brúka henda møguleikan.