Nógv til børnini Tróndardagarnar

Nógv verður gjørt burturúr Tróndadagarnar og sjálvandi verður eisini gjørt nógv burturúr undirhaldi til børnini

Leygardagurin verður ein rættur familjudagur á Sandinum í Gøtu. Har er nakað fyri øll: hoppiborg, ponyríðing, andlitsmáling og annað. Ein rúgva av undirhaldi verður klokkan 15.00, tí tá koma rættir víkingar rógvandi inn á Sandin, har teir fara at berjast, júst sum í gomlun víkingadøgum.

Trøllapætur og hansara harkalið koma og klokkan 17.00 kemur Jimmi at vísa sítt serliga show við t.d. eldi og jongløri.

Angela og Hannebal vitja eisini, og síðst, men ikki minst, fara vit at síggja sjónleikin "Tróndur í gøtu livir enn". Har verður nógv gjørt burtur úr.

- Vónandi fáa bæði stór og smá ein frálíkan dag, sigur Angela Petersen, fyrireikari.

Skrá:

Kl.14.00 pony ríðing

Kl.15.00 Víkingar koma

Kl.15.30 Andlitsmáling

Kl.16.00 Trøllapætur og co

Kl.17.00 Eldshow við Jimmi

Kl.18.00 Angela og Hannebal

Kl.19.00 Sjónleikurin "Tróndur í Gøtu livir enn"