Týsdagin 29. Juni fer Elton John á pall á Tórsvølli. Konsertir við heimsnøvnum, sum Elton John, seta sum verða man sera stór krøv til fyriskipan. Bogi Andreasen frá Five Star Entertainment sigur, at arbeitt hevur verið við fyrireikingunum síðan miðskeiðis í mars mánaða. Og tá man hyggur eftir tí langa listanum við krøvum til ljóð og ljós útgerð, pall og eina rúgvu av øðrum viðurskiftum kring konsertina, so gerst man eisini greiður um, at tað krevur nógv at fyriskipa ein so stóra konsert, sigur Bogi Andreasen.
Til dømis koma tveir trailarar og ein stórur vøruvognur til Føroyar í døgunum undan konsertini. ?Har ímillum er eisini tað stóra pianoi hjá Elton John. Tá øll hjálparfólkini hjá Elton John koma til Føroyar, hava tey eisini heilt nógv viðføri við í flogfarinum, bæði viðføri, sum Elton John skal brúka og ymiskt sum skal brúkast á Tórsvølli í samband við konsertina.