Nógv taka ikki bilin við í Sandoynna

Tey eru mong, sum ikki hætta sær at taka bilin við sær í Sandoynna, tí fólk vita ongantíð, nær tey sleppa úr oynni aftur við bilinum.

Tað hoyrist lutfalsliga lítið um, hvørjar umstøður sandoyggjafólk og onnur, sum ferðast í Sandoynna, hava, tá ræður um fløskuhálsin, sum er við siglingini um Skopunarfjørð.

 

Hagtøl hjá Strandfaraskipum Landsins siga, at bilaflutningurin um Skopunarfjørð er minkandi, og at tað fara færri bilar um Skopunarfjørð nú enn fyri árum síðan. 

 

Men, hetta er bara ein partur av veruleikanum, tí tey eru mong, sum ikki hætta sær at taka bilin við sær í Sandoynna, tí fólk vita ongantíð, nær tey sleppa úr oynni aftur við bilinum.

 

At nógv seta bilin á Gomlurætt heldur enn at taka bilin við sær í Sandoynni, er eitt nú dagurin í dag eitt prógv um. Á parkeringsplássinum á Gomlurætt í dag stóðu ikki færri ennn 87 bilar.

 

Nú Ternan røkir siglingina um Skopunarfjørð, meðan Teistin er á beding, sleppa bara 19 persónbilar við Ternuni hvønn túrin. Hinvegin tekur Teistin 34 persónbilar.

 

Umframt teir 87 bilarnir, sum stóðu parkeraðir á Gomurætt klokkan 17 í dag, stóðu millum 20 og 30 aðrir bilar og bíðaðu eftir at sleppa í Sandoynna.