Nógv tóm setur á Tórsvølli

Tað er eitt av evnunum, sum Sosialurin hevur tikið upp í dagsins blaði.

Nógv tíðindi vóru at lesa eftir 0-0-javnleikin hjá føroyska landsliðnum ímóti Ungarn týskvøldið – nógv kom út á in.fo løtuna eftir dystin, men nú eru enn fleiri og øðrvísi tíðindi at lesa.


Í Sosialinum, sum kom í sølubúðirnar seinnapartin, er longri samrøða við Lars Olsen, landsliðsvenjara, og ein samrøða við ungarska málverjan, fyrrverandi Liverpool-málverjan, Péter Gulácsi.


Harumframt er eisini samrøða við aðalskrivaran í FSF, Virgar Hvidbro, sum greiðir frá hví tað vóru so nógv tóm setur til dystin, umframt at fleiri leikarar eisini sleppa til orðanna.