Nógv stríð av fullum sjómanni

Í gjár hevði løgreglan nógv stríð av einum sjómanni, sum var so fullur, at hann var ikki grannhavandi.

Hann skuldi við Bygdaleiðum úr Havn inn í Eysturoy, har hann skuldi mynstra við skipi, men longu á Hvítanesi varð hann tveittur úr bussinum, tí hann spýði, bløddi og var ólátaður.

Tað eydnaðist honum at tumla seg við einum bili, men í Kollafirði hevði tann bilførarin longu fingið nokk og setti hann av.

Tá varð løgreglan boðsend, tí fólk mettu, at maðurin var so fullur, at hann kláraði seg ikki sjálvur.

Løgreglan kom eftir honum og tók hann upp, men best sum hann sat í løgreglubilinum, vildi hann úr bilinum fyri einhvønn prís og tað endaði við, at hann rullaði hann rútin niður og var á veg út ígjøgnum rútin við høvdinum fremst.

Av tí sama mátti løgreglan steðga og fara útum at taka ímóti manninum, so at hann ikki meiðslaði seg.

Tá varð hann so ólátaður, at løgreglufólkini brúkti piparspray ímóti honum fyri at sissa hann og síðani varð hann koyrdur til Klaksvíka, har hann varð settur í brummuni.

Har sat hann til á midnátt, tá ið vinfólk komu eftir honum og tóku sær av honum.

Men tá var hann afturúrsigldur, tí skipið, hann skuldi við, var farið undan honum.