Nógv størri vanlukka enn hildið

Tropiska ódnin Bohpal hevur gjørt nógv størri skaða í Filipsoyggjunum, enn tey fyrstu tíðindini í morgun søgdu. Tá varð sagt, at 82 fólk vóru deyð, men nú siga myndugleikarnir, at 274 fólk eru funnin deyð.

Harafturat eru fleiri hundrað fólk, sum ikki eru komin afturíaftur. Myndugleikarnir hava sent bjargingarfólk at leita, men teir siga, at tað kann taka drúgva tíð at fáa fult eftirlit við støðuni, tí tað er sera trupult hjá bjargingarliðunum at koma vegin fram.

Bohpal herjaði oynna Mindanao í gjár við grimdarregni og vindmegi upp í 58 metrar um sekundið, og fleiri túsund hús eru oyðiløgd av vindi og skriðulopum.