Nógv størri dentur skal leggjast á fyribyrging

Tað eru nógvar røddir frammi, ið vilja okkara heilsuverki alt tað besta, og sum vilja økja játtanina til sjúkrahúsini.
Alt gott um tað, vit eru øll samd um, at vit skulu hava eitt gott og vælvirkandi heilsuverk, og eru vit mong, sum eru takksom fyri tað stóra arbeiði, sum øll gera, ið hava teirra dagliga yrki innan sjúkrahúsverkið.

Hetta er tó ikki rætti vegurin at fara, rætti vegurin er at fyribyrgja, at tað eru so nógv fólk, ið hava tørv á viðgerð og heilivági.

Heilivágur og viðgerðir av ymsum slagi eru sera kostnaðarmiklar, og ger hetta, at tað er sera trupult at halda játtanina.

Vit síggja í dag, eina stóra øking í talinum av lívstílssjúkum, og harvið eina stóra øking í brúki av heilivági.

Í mai mánaða var ein bólkur í útvarpsstovuni, við  Magna Mohr, einum av okkara fremstu granskarum á odda. Hini í bólkinum eru Guðrun Zachariasen, Tóra Petersen, Ári Rasmussen og Snorri Paturson. Tey greiddu frá um ein heilsustovn, ið vildi veita eina heildarætlan, so vit kunnu minka um streymin inn á okkara sjúkrahús.

Bólkurin hevur eina ætlan um at yvirlitskanna fólk omanfyri 40 ár, og tey, sum eru í vandabólkinum fáa síðani eina vegleiðing um, hvussu tey gera fyri at betra um teirra heilsustøðu.


Eg haldi, at hetta er ein genial ætlan, og eg eri ikki í iva um, at um hetta átakið verður stuðlað og ment, so kunnu vit spara nógvar milliónir árliga.
Pengar, sum síðani kunnu brúkast til akutviðgerðir, og at annars menna tilboð innan heilsuverkið.
Hesir spardu pengarnir, vildu eisini verið við til at minka um bíðilistar, uttan at vit skulu økja munandi um játtanina.

Eisini ger kost og føðslufelagið, har Elisabeth Akursmørk er forkvinna eitt stórt arbeiði, at kunna um fylgjurnar av føðslutroti og ovurfiti.

Vit kunnu ímynda okkum, at vit í Føroyum, kunnu ganga á odda innan hetta økið, og menna loysnir innan sjúkufyribyrging.
Stóra altjóða fyritøkan Actavis (Teva ), hevur deildir um allan heim, ið framleiða heilivág. Tað eru uttan iva nógvir føroyingar, ið nýta heilivág frá teimum. Eitt nú hava teir eina verksmiðu í Íslandi.
Vit kundu í samráð við Actavis (Teva ), staðsett eina deild í Føroyum, ið kundi bæði granska og framleitt heilivág.
Vit eru kanska ikki so nógv í tali, men vit hava nógvar bjartar heilar.

Tá ið eg verði valdur á ting, vil eg stuðla ætlanum eins og hesari.

Jens Heri Bolstad Mortensen
Valevni fyri Sjálvstýri
Angra Dos Reis, Brasil