Býarbussar í Klaksvík, umfatandi skúlabygging og betri karmar til vinnulívið og familjurnar.
Tað eru nøkur av stórmálunum, sum skulu fremjast í Klaksvík næstu fýra árini.
Nú seinnapartin er samgonguskjal undirskrivað í Klaksvík ímillum Javnaðarflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Tjóðveldi og
Og tann telvingin endaði við, at tað verður Jógvan Skorheim í Sjálvstýrisflokkinum, sum verður nýggjur borgarstjóri í Klaksvík.
Einasti flokkur í andstøðu, er Fólkaflokkurin, sum annars er nógv størsti flokkur í Klaksvík.
Samstundis er toppskorarin og borgarstjórin, Gunvá við Keldu, koppað av trúnuni.
Varaborgarstjóri í Klaksvík verður Steinbjørn O. Jacobsen úr Tjóðveldi.
Í einum ógvuliga stuttorðaðum samgonguskjali, sum bara umrøður ymisk mál heilt yvirskipað, hevur nýggja samgongan sett sær fyri at seta kósina av nýggjum, sum tey málbera seg.
Og tað skal vera við áræði og opinleika, sum tey eisini siga.
Býbussar
Eitt av politisku málunum hjá nýggju samgonguni er at skipa eina bussleið í Klaksvík á sama hátt sum í Havn.
Men tað er ikki greitt um tað verður ókeypis at brúka bussarnar.
- Tað veldst um, hvussu roknistykkið sær út, tá ið neyvari útrokningar eru gjørdar, sigur nýggi borgarstjórin.
Samstundis hevur nýggja samgongan sett sær fyri at gera Ziskaskúlan lidnan og tað er ein íløga upp á einar 70 milliónir.
Samgongan hevur eisini sett sær fyri at fara undir fjøltáttaða bústaðarbygging og at bøta um karmarnar hjá vinnulívinum og hjá familjunum.
Í sambandi við familjupolitikkin hevur samgongan umrøtt at hækka barnafrádráttin, at geva systkinaavsláttur í dagstovnum og annað, kanska ein samantvinning av báðum.
Men samstundis skal samgongan orða ein vinnupolitikk, trivnaðar- og mentanarpolitikk, barna- og ungdómspolitikk og ein eldrapolitikk.
Grundarlagið undir hesum arbeiðnum skal vera vakstrarætlanin, sum varð gjørd fyri kommununa nakað síðani.
Samstundis skal ein langtiðarætlan tryggja ein haldgóðan og neyvan fíggjarpolitikk, sigur nýggja samgongan í Klaksvík.
Hetta tryggjar eitt haldgott og rúmsátt arbeiðslag, leggur hon afturat.
Jógvan Skorheim hevur enn ikki avgjørt um hann fer at leggja tingsessin frá sær, nú hann er vorðin borgarstjóri, men hann fer at taka støðu til tað í næstum