Fiskavirking
Í summar hevur framleiðslan á nøkrum fiskavirkjum ligið still í einar 14 dagar, meðan arbeiðsfólkið hevur verið í summarfrí.
Á Faroe Seafood í Vestmanna byrjaðu tey aftur mánadagin í seinastu viku.
- Vit hava arbeitt hvønn dag, síðan framleiðslan varð tikin uppaftur. Vit arbeiddu allar dagarnar í síðstu viku og hava arbeitt mánadagin, týsdagin og mikudagin í hesi vikuni, men í dag er turt gólv á virkinum og eingin framleiðsla.
Tað sigur Jákup Eli Thomsen, sum er dagligur leiðari á virkinum í Vestmanna.
- Vit vænta okkum fisk aftur í morgin ella mánadagin, leggur hann aftrat.
Meira rávøra
Jákup Eli er annars hampiliga væl nøgdur við tað virksemi, sum hevur verið fyrra hálvár í ár.
- Rávørutilgongdin hevur verið rímiliga støðug, og soleiðis hevur arbeiði á virkinum eisini verið á góðari leið.
Virkisleiðarin sigur, at samlaða ráfiskanøgdin, sum virkið í Vestmanna hevur keypt og arbeitt higartil í ár, er stívliga 4.000 tons, og í mun til fyrra hálvár í fjør, er talan um ein vøkstur í ráfiskanøgd upp á eini 20-25%.
Fleiri ringja
Meðan samfelagshjólini í Føroyum hava malið við nógvari ferð, og einki tóktist ómøguligt, stríddust fiskavirkini við at fáa nóg mikið av fólki til sína framleiðslu og sítt virksemi.
Men hetta er ikki støðan í dag.
Jákup Eli Olsen sigur, at tað nú gongur væl at fáa fólk, og tað eru nógv, sum spyrja um arbeiði á fiskavirkinum í Vestmanna.
- Vit fáa dagliga fyrispurningar frá fólki um arbeiði, bæði í Føroyum og úr útlandinum.
Hann sigur, at umframt føroyingar, kemur meira enn so fyri, at tað eisini eru útlendingar, sum búgva í útlandinum, ið spyrja seg fyri um arbeiði.
Skúlanæmingar
Í summar hava fleiri skúlanæmingar hjálpt til á fiskavirkinum í Vestmanna, og soleiðis hevur verið á hvørjum ári í nógv ár.
- Meðan tað seinnu árini hevur verið ein trupulleiki við at fingið nóg mikið av fólki, er hetta ikki ein trupulleiki í dag, ásannar Jákup Eli Thomsen, virkisleiðari.
Tá mest er at gera hjá Faroe Seafood í Vestmanna, hevur felagið meira enn 100 fólk í arbeiði.










