B36-ÍF
Klokkan 17 leygardagin verður fyrsta bríkslið í Formuladeildini 2008. B36 er vertur, og ÍF er gestur í Gundadali.
Í B36 royna teir at flyta favorittheitið, sum teir hava havt nógvu tey seinastu árini, av sær. Lyklaspælarar frá í fjør eru burtur, og nú nýtt lið verður samanspælt verður sagt, at topp trý er málið hjá Heðini Askham og hansara monnum, ið eru so væl fyri, sum tað ber til at vera.
Í Fuglafirði skulu teir eina ferð enn stríðast fyri at fóta sær í bestu deildini. Abraham Løkin hevur ábyrgdina í morgin fyri besta liðnum í barndómsfelagnum ímóti B36, sum hann spældi við fyri tjúgu árum síðani.
Tað er líkt til, at hetta verður einasti landskappingardysturin hjá ÍF í hesum umfari við Abrahami Løkin sum róðursmanni. Davis Jones, hevur verið upp á tal sum ÍF venjari, síðani Jón Simonsen noyddist at gevast, kemur til Fugalfirðar í næstu viku, verður upplýst úr ÍF.
Í fyrsta umfari í steypakappingini eydnaðist B36 at vinna ímóti Skála. Alt var ikki so sannførandi, men í B36 eru teir bjartskygdir undan uppgávuni í morgin.
ÍF tapti 3-2 á heimavølli ímóti HB í fyrsta umfari í steypakappingini. Men fuglfirðingar eru ikki illa nøgdir. Serliga væl nøgdir eru teir við síðsta hálva tíman, tá ið teir vóru ágangandi og rættuliga settu trýst á HB.
Høgni Madsen og Fritleif í Lambanum hava verið smáskaddir í vikuni, men teir verða førir fyri at spæla í morgin.