Nógv spent foreldur

Tað eru ikki bara ungfólk, sum eru til Prix-tiltøkini í Fuglafirði. Eisini tilkomin fólk koma á gátt, og summi hava serligan áhuga fyri onkrum bólki.

Leygarkvøldið vóru nógv spent foreldur og fylgdu avrikinum hjá synum teirra. Ein teirra var Signar á Brúnni, fyrrverandi landsstýris- og løgtingsmaður, og honum dámdi væl framførsluna hjá bólkinum Gestir, har sonur hansara, Jógvan Andrias, spælir trummur.
? Hatta er ikki tónleikastílurin, sum eg lurti mest eftir, men mær dámdi teir væl. Eg helt, at tað hekk væl saman hjá teimum, og tað var væl spælt, segði hann, tá Gestir høvdu verið á pallinum.
? Eg var sjálvur ein poppari sum ungur. Eg spældi gittar, men vit spældu ikki so væl, sum hesir gera. Umstøðurnar eru eisini nakrar heilt aðrar nú. Størsta frambrotið hjá okkum var, at vit fingu eitt gittarforsterkara og ekkó.

Onnur vóru spent
Sálarfrøðingurin Heri Kragesteen og konan Katrin Petersen vóru eisini komin úr høvuðsstaðnum at lurta eftir soninum Høgna, sum spældi gittar í bólkinum Blív.
Tónleikastjórin Í Útvarpinum, Ove Olsen, hevði tveir synir við í hesum sama bólki ? Líggjas og Ólav. Líggjas er eisini sangari í bólkinum Déjá Vu, sum hevur vunnið sær pláss í finaluni.
Og tónleikalærarin Jónleif Jensen var í Fuglafirði og fylgdi 14 ára gamla soninum Búgva, sum spældir trummur í bólkinum Jam.