Nógv smátt hjá løgregluni

Løgreglan hevur havt nógv at gera um vikuskiftið, men talan hevur verið um smáttarí og eini følsk grindaboð

Tað hevur ofta verið boð eftir løgregluni um vikuskiftið, men tað hevur ikki havt so nógv upp á seg.

Fríggjanáttina var innbrot í Statoil støðini í Kollafjarðardali, har sigarettir og annað, varð stolið.

Annars var eitt lítið ferðsluóhapp milum fjarða. Undir yvirháling feyk okkurt í framrútin, sum brotnaði.

Eitt annað ferðsluóhapp var í Havn, har ein bilførari ikki helt treytaleysa víkiskyldu og hann má nú upp til koyriroynd av nýggjum. Annars hava fleiri onnur ferðsluóhapp verið, men talan hevur bara verið um smávegis materiellan skaða.

Annars var ein bilur tikin í sikk-sakk koyring á Hvítanesvegnum og løgreglan fekk skjótt staðfest, at førarin var plakat, so hann varð tikin og missur koyrikortið.

Seinnapartin rann úr tonnunum á vágafólki, tá ið í boðað frá, at grind var í Vestmannasundi, beint við tunnilsmunnan í Vágatunlinum. Men tá ið sýslumaðurin kom á staðið, var ongin grind, tí talan var bara um harðan streym, sum spældi fráboðaranum eitt puss.

Tvær ferðir varð løgreglan eisini boðsend til vertshús í Havnini, tí full fólk vórðu ólátað og annars eru fleiri fullir mans tiknir upp. Teir, sum hava verið so frægir, eru koyrdir heim, men hinir hava gist í kjallaranum á løgreglustøðini. Løgreglan hevur eisini verið heima hjá fólki, sum hava órógvað grannarnar við hørðum tónleiki, so tey fingu boð um at snara volumuknappin eitt sindur til vinstru, so tað fekst náttarfriður. Okkurt smávegis herverk var eisini.