Seinnapartin verður tað staðfest, at Víkingur hevur vunnið FM í 2017. Fyri einum ári síðani – leygardagin 22. oktober – tryggjaði nýggjasta felagið í bestu deildini sær fyrsta FM heitið. Tá var síðsti dysturin á Argjum. Í dag verður síðsti dysturin í Sarpugerði, har EB/Streymur verður mótstøðuliðið.
Fyrsta bríksl í Gøtu verður klokkan 15.15. Longu frammanundan stóra dystinum í Sarpugerði hava trúføstu við haldsfólkini verið í Leirvík, har næstbesta Víkinga liðið fer at fáa handað silvurkrónurnar fyri at enda næstovast í næstbestu deildini.
At fótbólturin hevur tað gott í Eysturkommunu verður undirstrikað av, at liðið í aðru deild vann bronsukrónurnar
Sjálvsagt vilja allir Víkinga spælararnir ógvuliga fegnir sleppa á vøllin í dag. Teir eru nógvir um boðið, men teir, sum fara at spæla í Leirvík, fáa sjálvsagt ikki serligan leiklut, fyrr enn FM steyp og heiðursmerki skulu handast og FM myndin verður tikin. Tað eru fleiri, sum spæla á næstbesta liðnum, sum viðhvørt hava verið á besta liðnum. Eitt nú tvíburarnir Hans Jákup og Elias Lervig.
Tað er greitt, at Andreas Lava Olsen ikki verður á vøllinum seinnapartin, tí hann er leikbannaður.
-Vit taka einki fyri givið og vilja fegnir vinna ídag, sigur Víkinga venjarin Sámal Erik Hentze, sum á síðsta leikdegi í 2011 misti uppflytingina, sum hann og AB mest sum høvdu tryggjað sær.
-Tí sigi eg, at einki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt, og tí er alneyðugt hjá okkum at hava fokus á dystinum ímóti EB/Streymi og ikki á nøkrum øðrum, sigur Víkinga venjarin.
Tað er greitt, at EB/Streymur eisini næsta ár fer at spæla í fremstu røð. Harvið hevur liðið, sum fyri einum ári síðani flutti upp, rokkið tí, sum Heðin Askham og hansara menn settu sær sum mál.
Miðverjin Andras Olsen gongur við brákaðum rivjabeini og spælir tískil ikki. Ragnar B. Danielsen er leikbannaður, og Leif Niclasen hevur verið sjúkur í vikuni. Poul G. Olsen er tøkur aftur eftir leikbann.