Nógv skrambul liggur á botni

Nólsoyingar eru ofta eitt fet framman fyri onnur, og soleiðis var eisini, tá tey ruddaðu í Nólsoy leygardagin.

Hóast nólsoyingar ikki eru so nógvir í tali, eru tey ofta eitt fet framman fyri onnur, og soleiðis var eisini, tá tey ruddaðu í Nólsoy leygardagin.

 

Nógvar kommunur hava havt ruddingardag fyri at gera bygdirnar ruddiligar og snøggar til summarið, og leygardagin vóru nólsoyingar í sving.

 

Dagurin byrjaði við morgunmati í Avhaldshúsinum, har øll høvdu okkurt við sjálvi, og tá morgunmaturin var etin, varð ruddað kring um í bygdini.

 

Men, umframt at rudda uppi á landi og í fjøruni, tóku nólsoyingar eitt stig aftrat. Tveir kavarar syrgdu fyri at rudda botnin við innsiglingina og á víkini annars.

 

Tá kavarar høvdu savnað ymiskt saman á botni, ikki minst eina rúgvu av gomlum bildekkum, varð sett fast, og kranabilur hivaði óruddið upp á turt og tók tað upp í lastina.

 

Hetta má sigast at vera eitt genialt tiltak hjá nólsoyingum, sum onnur kunnu taka upp eftir teimum, tá  ruddað verður aftur. Umhvørvi snýr seg jú ikki bara um tað, sum eyguni síggja.