Nógv á skránni um varmakeldutíð

Í ár verður varmakelduvikuskiftið eitt sindur øðrvísi og serstakt í Fuglafirði.

Í ár verður varmakelduvikuskiftið eitt sindur øðrvísi og spennandi í Fuglafirði.

 

Hóskvøldið 30. juni klokkan 20 verður fernisering í Gallarí Ribarhúsi, tá varmakelduframsýningin letur upp við verkum hjá Ásu av Reyni Jøkladal.

 

Hetta vikuskiftið hava Ribarhús og Piddasahandil eisini opið longri enn vanligt við lítlari kafé í hugnaligum umhvørvi.

 

Havsbrún fylti 50 ár hin 1. apríl. Í hesum sambandi verður møguleiki fyri rundvísing fríggjadagin 1. juli klokkan 16, og móttøka verður klokkan 17.30.

 

Klokkan 19 fríggjakvøldið 1. juli bjóðar Havsbrún til stóra, spennandi og ókeypis konsert í spildurnýggju tunlunum í berginum á havnarlagnum.

 

- Við á forkunnuga tónleikatiltakinum verða Fuglafjarðar Hornorkestur, VEGA, Tórshavnar Manskór, Lena & Niclas, Marius Ziska og Punjab. Byrjað verður stundisliga, og best er at vera væl ílatin, tí tunlarnir eru kaldir. Hetta er ein serstakur møguleiki, sum neyvan kemur aftur!

 

Tað verður sagt á heimasíðuni hjá Fuglafjarðar kommunu í dag. Lagt verður aftrat, at eftir konserttiltakið í tunlunum verður opið bæði á John’s og í ovara sali í Mentanarhúsinum, har kafé við eitt nú góðum kaffi verður at fáa.

 

Fyrrapartin leygardagin 2. juli frá klokkan 10–16 verður marknaðardagur á Dugna á Kambsdali. Her kunnu fólk leiga sær eitt borð og selja egnar vørur. Eisini verður hoppiborg, fiskibrunnur og kafé.

 

Leygardagin 2. juli er kappróðrardagur í Vági, har Mentanarhúsið fer at vísa stroymingina av kappróðrinum, so øll kunnu fylgja við og rópa í felag. Um kvøldið 2. juli verður felagsmáltíð í Mentanarhúsinum klokkan 18.

 

- Máltíðin tekur skap eftir luttakarunum. Fólk taka sjálvi mat við, bjóða burtur av og smakka frá øðrum, akkurát sum hugurin er. 

 

Úr Fuglafirði verður sagt, at klokkan 22 leygarkvøldið 2. juli verður eins og mong undanfarin ár hugnalig felagsløta rundanum bálið úti við Varmakeldu, har Kristian Martin Petersen fer at halda røðu.

 

Neyvari kunning um hesi og onnur tiltøk kann lesast á heimasíðuni hjá Fuglafjarðar kommunu - www. fuglafjordur.fo