Strendur: Nú fyrsta fjarðastevnan verður um vikuskiftið, hava strandingar nógv spennandi á skránni til stevnuna.
Sjálv stevnan verður sett leygardagin av Høgna Hoydal við Bygdarhúsið. Fuglafjarðar hornorkestur spælir, og sum vanligt, so verður tivoli eisini.
Næsti FM-róðurin í ár verður klokkan 15 leygardagin, og stórur spenningur er, sum vera man, um henda róðurin.
Fjarðteiti, skemtirógving, Stevnudansur, paintball skjótikapping, uppboðssøla, útimøti og annað eru bara nøkur av teimum tilboðunum, stevnugestirnir kunnu taka av um vikuskiftið.
Millum annað fara Heðin Kambsdal, Frits Johannesen, Eyðun á Reyni og Øssur Mohr at mála hvør sín málning, sum verða seldir á uppboðssølu seinni.
ROK spæla til dans í bygardahúsinum, og skemtirógvingin er uttan iva eina vitjan verd. Tá fara fyritøkur ymsastaðni úr Eysturoynni at rógva kapp í mini-gummibátum.
Stevnan endar sum vanligt sunnudag, og tá verður millum annað togtogan millum sterkar menn av Strondum og Skála, og brotskastkapping fyri børn verður á hondbóltsvøllinum.