HANDVERK
Í Havn hava fleiri skip staðið á bedingini, og onnur hava ligið við bryggju.
Eysturbúgvin, Steintór, Eysturoyingur og Contender hava staðið á bedingini, meðan Enniberg, Helena, Váðasteinur, Reynsatindur, Niels Pauli og Vesturbúgvin hava ligið við bryggju.
Eisini á MEST á Skála hava arbeiðsmenninir havt nógv at gera.
Stóra uppisjóvarskipið Norðborg stendur í dokkini, og annars hevur MEST fingist við Vesturvón og farmaskipið Havtind á Skála.
Heimasíðan www.skipini.com veit at siga, at farmaskipið Fame, sum er skrásett í Noregi, eisini er komið á bedingina á Skála at standa.