Nógv sóu “brotssparkið”

Ein av myndarøðunum, sum um vikuskiftið kundi síggjast á sportalinum, var nógv umrødda brotssparkið, sum Víkingur fekk í Klaksvík. Har hevði Jóannes N. Poulsen tikið eina myndarøð í støðuni, sum fekk dómaran at floyta, og hesa vildu nógv síggja. Í øllum førum hevur vitjunartalið á sportalinum ongan tíð verið somikið høgt, sum tað var í seinastu viku sambært vevmátingarlistanum.