TOFTA HAVN
Í nøkur ár hevur Tofta havn veitt ta tænastu at taka ímóti spillolju og ruski frá skipum og bátum, sum koma til bryggju á Toftum.
.- Vit hava tanga til spillolju, og vit hava kassar til ruskið. Skip og bátar rinda eitt ávíst gjald fyri móttøku av burturkasti, og gjaldið er eftir støddini á skipinum. Tað kostar at sleppa av við rusk, og vit taka bara so mikið fyri hesa tænastu, at skipanin hongur saman. Ætlanin hevur ongantíð verið, at hetta skal vera nøkur forrætning hjá okkum, men ein tænasta til skip og bátar, so minni – og helst einki – verður kastað í havið.
Hans Óli sigur, at tænastan skal vera so bílig sum gjørligt, soleiðis at kostnaðurin ikki skal vera nøkur forðing hjá skipum og bátum at føra alt burturkast til lands – til burturbeiningar.
- Vit syrgja síðan fyri, at spillolja og rusk fara á góðkent stað til burturbeiningar, leggur hann aftrat.
Meiri bevístir
Havnarmeistarin sigur, at fiski-og útróðrarmenn við árunum eru vorðnir nógv meiri bevístir um ikki at kasta burturkast í havið.
- Eg skal rósa hesum monnum fyri alt, sum teir taka í land við sær, og eg kann róliga siga, at tað fer ikki ein agnpakki í havið longur. Línubátar koma við ymiskum gomlum, sum teir hava fingið á línuna, og trolarar koma við ymiskum, teir fáa í trolið. Sama er eitt nú við gamlari línu og gomlum neti og weiri.
Hans Óli Viberg sigur, at tað eru stórar nøgdir av ymiskum burturkasti, sum koma í land av skipum og bátum.
- Tá eg var sjómaður, fór at kalla alt í havið. Men hildu, at havið kundi taka alt, men soleiðis er tað bara ikki. Eg haldi, tað er ordiliga flott, soleiðis sum menn eru vorðnir bevístir um slíkt burturkast í dag, sigur hann.
Tvey ár
Havnarmeistarin á Toftum hevur røkt hetta starv í júst tvey ár í hesum døgum.
- Jú, mær dámar væl. Eg eri einsamallur í starvi, men havi tveir menn, sum arbeiða hjá kommununi, at loysa meg av um næturnar og í vikuskiftunum, tá eg havi frí. Triðju hvørja viku havi eg 24 tímar vakt gjøgnum eina viku, men annars arbeiði eg frá 8 til 17 vanligar dagar.
Hans Óli Viberg sigur, at telefonin hjá havnarskrivstovuni svarar alt samdøgnið, og tá hann hevur frí, stillar telefonin um til hinar, sum loysa hann av.
Fakta – Tofta havn
Tofta havn, sum er fiskivinnuhavn burturav, hevur umleið 1.150 vitjanir um árið av førum 50 tons og størri. Haraftrat koma umleið 5.500 bátar og smærri deksfør í havnina.
Fiskamarknaður Føroya, Landingarmiðstøð Føroya og Kassamiðstøðin liggja við Tofta havn. Tøk atløgusíða frammanfyri hesi virkir er 320 metrar, og dýpið er millum 6 og 8,5 metrar.
Tøk atløgusíða við Ísvirkið er 85 metrar, og dýpið er millum 4 og 7,5 metrar.
Bátahavnin í Oyrunum hevur pláss fyri 70 bátum og smærri deksførum. El og vatn er tøkt við alt havnarlagið.










