Nógv rusk at heinta

Hetta var eitt sindur býtt í morgun. Nú fóru luftfjarðarnar á bilinum, so her gerst ikki meiri í dag, sigur Martin Djurhuus, rusksavnari í Skálavík.

Norðskáli: Týsdagin var Martin Djurhuus á veg til Leirvíkar við nærum fullum bili av ruski.
Ávegis til brennistøðina steðgaði hann sum vanligt á við handilin Inn á Norðskála.
Her skuldi hann tøma eina bingju fyri pappeskjur, og síðani skuldi hann til eitt stað aftrat - Shell-støðina á Oyrarbakka - áðrenn kósin varð sett móti Leirvík.
Men henda morgunin hendi tað sera óhepna, at luftfjarðarnar fóru aftanfyri á bilinum. Og tí fekk hann ikki tikið meiri rusk henda dagin.
Eg fari nú at tosa við verkstaðið, og so finna vit út av, hvat vit kunnu gera. Kanska fer hann á verkstað seinni í dag. Hetta var ikki so gott, sigur Martin eitt sindur harmur á málinum.
Bilurin hjá Martini kann taka um 50 kubikkmetrar av ruski. Og hann er nærum fulllastaður hvønn einasta dag.

Gott arbeiði
Martin hevur verið rusksavnari líka síðani IRF byrjaði.
Hann koyrir eftir fastari skipan, og savnar rusk inn bæði á Sandoynni og aðrastaðni kring landið.
Mánadag savnar hann rusk saman í Húsavík, Dali, Skálavík og í Skopun, meðan hann mikudag savnar ruskið saman á Sandi, umframt tað at hann tømir bingjur.
Týsdag og hósdag fer hann so norður um Skopunarfjørð við ruskinum, men hevur so eisini fastar rutur í Eysturoynni, nú hann er á meginøkinum.
Fríggjadagurin fer sum oftast til reingerð og viðlíkahald av ruskbilinum.
Martini dámar væl hetta arbeiðið sum rusksavnari. Ella sum hann sigur tað:
Hetta er eitt gott arbeiði. Men eg veit ikki, um tað er so spesielt. Tað er helst sum so nógv onnur arbeiði.