Nógv rok í Danmark í morgun

Orsaka av kava og vindi hevur eingin ferðsla verið í pørtum av Danmark í morgun. Í Keypmannahavn og stórum pørtum av Sjælandi og eisini í stórum pørtum av Jyllandi og á Fyn eru koyrilíkindini hampuliga góð, tí tað ikki er stórvegis av kava. Men aðra staðni í Danmark hava líkindini verið so mikið vánalig í gjárkvøldið, í nátt og í morgun, at tað ikki hevur verið koyrandi. Nógvi vindurin hevur borið kavarok og skalvar við sær. Harvið hevur sýnið verið ógvuliga vánaligt og fannirnar á vegunum so mikið stórar, at tað ikki hevur borið til at rudda. Tí hevur løgreglan biðið fólk um at halda seg burtur av vegunum. Hetta hevur verið galdandi á Bornholm, á Lollandi-Falster, Møn, Langeland og Mors.

Úr Danmark verður sagt, at tað verður ikki verri á hesum sinni, enn tað hevur verið í nátt og í morgun. Vindurin er ikki tann, sum hann hevur verið, og í støðum er sólin farin at kaga undan.

At tað hevur verið nógvur vindur er orsøkin til, at ísurin á sjónum ikki er so tjúkkur og fastur, sum kuldin og nógvi kavin annars kundu havt lagt upp til.