Nógv ringja til rúslinjuna

Bláikrossur: Hvørt týskvøld og hóskvøld bjóðar Blái Krossur nú fólki at ringja til ta serstøku rúslinjuna hjá felagsskapinum. Henda skipanin byrjaði fyri einum mánaði síðani, og longu nú hava hópurin av fólki ringt til nr. 318586 fyri at fáa hjálp.

Felagsskapurin arbeiddi fyri nøkrum árum síðani við hesi ætlanini, men nú er hon so vorðin veruleiki. Hesi bæði kvøldini fara ráðgevarar at sita við telefonina og hjálpa teimum, ið ringja.
Endamálið er at veita eina tænastu til øll tey, ið á einhvønn hátt líða undir rúsdrekka ella rúsevnum, og sum ikki vita hvat tey skulu gera.
- Uppgávan hjá ráðgevarunum verður fyrst og fremst at lurta, men eisini vilja tey eftir førimuni royna at koma við góðum ráðum, eitt nú til víðari hjálp, sigur Jaspur Langgaard, aðalskrivari í Bláa Krossi.
Dentur verður lagdur á, at talan er ikki um nakra viðgerð, men meiri um eitt slag av fyrstuhjálp hjá fólki, sum eru í neyð.
16 skikkaðir ráðgevarar fara upp á skift at svara rúslinjuni. Alt arbeiðið verður gjørt við tagnarskyldu.