Náttúra
Við regninum er tað næstan, sum hjá bóndakonuni, ið ringdi til djóralæknan og
gramdi seg um, at hon átti ikki nær til so nógvar kávar, sum hon hevði goldið
fyri ísáðing av neytunum.
Summarið hevur ikki verið nakað serligt ? ikki higartil í hvussu er. Mai
mánaði, ið plagar at vera tann turri mánaðin, hildnaðist illa í so máta. Juni
mánaði hevur heldur ikki verið nakað at rópa hurrá fyri, og nú seta vit vónina
til juli mánaða.
Tey, sum ætla sær at mála, grenja um málingaveðrið og handlarnir, sum selja
máling, siga, at lítil søla er.
Tað er ov vátt í veðrinum, og seinastu dagarnar hevur hann ligið høgur í ættini
- og tá er eingin lýggja heldur.
Tó so; nakrar góðar løtur hava verið, men fáar samanhangandi. Men løtan, sum er
góð, er ikki ring.
Vatngoymslurnar minka
Hóast vit halda, at málingalíkindini eru vánalig, tí tað er ov vátt og kalt, so
minkar kortini úr vatngoymslunum ? eisini úr goymsluni hjá Nes kommunu á
Konvatni, har hendan myndin er tikin í vikuni.
Kommunan hevur tó aðrar ?reservar? at taka til, um neyðugt, og í seinasta lagi
verður vatn pumpað niðan av Toftavatni ? og tað tømist ongantíð, so stórt tað
er.
Djóralæknin, sum bóndakonan argaðist inn á, tí rokningarnar fyri ísáðing vóru
ov stórar í mun til tað, sum undan kom, spurdi konuna, um hon átti nøkur børn.
Jú, hon átti tvey.
?So veitst tú, meðni, at tað er ikki altíð tað, ið sátt verður, sum kemur
undan??
Og soleiðis er eisini við regninum, nú hásummar er. Vit siga, at tað regnar
næstan hvønn dag, men kortini minkar úr vatngoymslunum.