Eitt lágtrýst yvir Norðhavinum fer í ein eystan og fyllist. Fríggjanáttina viknar ein annars rættiliga sterkur streymur við ælaveðri av útnyrðingi, sum hevur ligið yvir Føroyum, tí ein hátrýstsryggur kemur inn yvir okkum av vestri. Fríggjadagin fer eitt nýtt lágtrýst norður móti Íslandi úr útsynningi, og tilhoyrandi brúgvaløg við regni fara fríggjakvøldið og leygarnáttina fram við Føroyum. Síðani kemur ein streymur av suðri inn yvir okkum. Mánadagin kemur væntandi enn eitt brúgvalag framvið, av útsynningi.
Í dag
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útnyrðingi og norðri, 10 til 15 m/s. Skýggjað og ælaveður, men út á dagin yvirhøvur turt. Hitin millum 7 og 9 stig. Um kvøldið makar hann vindin niður í lot til andøvsgul av útnyrðingi, 2 til 7 m/s. Sum frá líður turt og klárt og hitin millum 4 og 8 stig.
Í morgin
Lot til andøvsgul av útnyrðingi, 2 til 7 m/s, sum lækkar í ein sunnan. Turt og sólglottar og hitin millum 8 og 10 stig. Um náttina gul til stívt andøvsgul av landsynningi og eystri, 5 til 10 m/s. Skýggjað og regn av útsynningi og hitin millum 7 og 10 stig.
Leygardagin
Gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s, sum makar niður í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s. Skýggjað og regn, men út á dagin klárar í og tað verður turt og sólglottar. Hitin um 10 stig. Um náttina lot til andøvsgul av landsynningi og suðri, 2 til 7 m/s. Yvirhøvur turt og skýggjað og hitin millum 7 og 10 stig.
Sunnudagin
Lot til andøvsgul av suðri og útsynningi, 2 til 7 m/s. Skýggjað og stundum regn. Um náttina øtlar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s. Skýggjað og regn. Hitin um 10 stig.
Mánadagin
Gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10m/s, sum makar niður í eitt lítið lot, undir 5 m/s. Fyrst skýggjað og regn, seinni klárar í, men kortini samdrigið og ælaveður. Hitin um dagin um 10 stig, um náttina millum 4 og 9 stig.
Týsdagin
Eitt lítið lot av ymsum ættum, undir 5 m/s, sum øtlar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og sum frá líður regn ella ælaveður. Hitin millum 6 og 10 stig.