Nógv raketútgerð horvin í Libya

NATO, ES OG USA vilja fegin hava at vita, hvat er vorðið av einari rúgvu av útgerð til at skjóta rakettir við, sum libyski stjórnarherurin hevði á goymslu, men sum ikki er at finna nú. Hernaðarkeldur siga, at tá kríggið brast á, vóru 20.000 raketbyrsur í goymslunum hjá stjórnarherinum. Nakað er brúkt í krígnum, men knappliga 10.000 eru ikki at finna, og nú bera NATO, ES og USA ótta fyri, at yvirgangsmenn kunnu fáa fatur á útgerðini.

Raketbyrsurnar eru gjørdar í Sovjetsamveldinum í 1960-árunum, men tær kunnu framvegis brúkast. Rakettirnar kunnu fara meiri enn tríggjar kilometrar upp í loft, og í Irak og Afghanistan hava mótstøðumenn brúkt tær til at skjóta tyrlur og flogfør niður við.

Amerikanski varauttanríkisráðharrin, Andrew Shapiro, sigur, at USA leggur sera stóran dent á at finna ta horvnu útgerðina. Fyribils hevur USA sent 15 serfrøðingar til Libya at kanna málið, og í næstum fara 35 afturat.