Nógv ríkfólk

Talið á ríkfólki í USA hevur ongantíð verið so stórt sum nú. Ein kanning hjá sjónvarpinum CNN vísir, at tey, sum eiga meiri enn eina millión dollarar, eru 21 prosent fleiri í tali nú enn fyri einum ári síðani.

Tí kunnu 7,5 milliónir amerikanarar kalla seg millióningar, og tá er virðið á bústaðnum ikki talt við. CNN sigur, at talið á millióningum er ongantíð vaksið so nógv eftir einum ári síðani 1998, og sambært serfrøðingum kemst vøksturin í fjør serliga av gongdini á virðisbrævamarknaðunum.

Umleið ein triðingur av teimum amerikonsku dollaramillióningunum eru pensjonistar, og ein triðingur eru fólk, sum eiga eina ella aðra fyritøku. Kanningin vísir eisini, at 86 prosent av millióningunum eru giftir.