Nógv páskaferðsla um flogvøllin

Sum vanligt plagar at vera, er nógv ferðslu um flogvøllin um páskirnar. Heldur meira enn í fjør, siga tey av flogvøllinum

Nógv ferðsla er um flogvøllin á páskum. Heldur meira, enn tað var í fjør, sigur Finnbogi Niclsen, flogvallarovasti.
Hann sigur, at bæði flogfeløgini hava úr at gera við at flyta fólk til og frá. Væl av fólki kemur heim til Føroya at halda páskafrí, og tað sama er galdandi fyri tey, sum fara av landinum.
Eisini í terminalinum sjálvum er nógv fólk hesar dagarnar. Fólk, sum koma við fólki, sum fer, ella eftir fólki, sum kemur. Og heilt nógv teirra koma við egnum bilum, sum eisini síggjast aftur uttan fyri, sigur Finnbogi Niclasen.
Hann sigur tó ongan trupulleika vera av bilferðsluni kortini. Um parkeringsplássini, sum eru, eru full, brúka fólk tað nýggja økið, sum slættað er oman fyir teminalin, at seta bilarnar á. Tað økið er ætlað til parkeringspláss. Men tað er ongan veg komið enn, longri enn bara til planering, tí bíðað verður eftir fíggjarlógini.
Kanningar, sum Vágatunnilin hevur gjørt, vísa, at tað koyra umleið 880 bilar gjøgnum Vágatunnilin dagliga. Og meira enn helvtin av teimum, sum koyra gjøgnum tunnilin, siga, at tey hava ørindi á flogvøllinum.